- Hetta er eitt keðiligt mál sum kom úr einari privatari samrøðu. Soleiðis eigur man sjálvandi ikki at tosa.
Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, í viðmerking til Portalin í kvøld um støðuna, sum er íkomin í flokkinum eftir, at tingbólkaforkvinnan í privatari samrøðu, sum er komin á netið, kallaði Páll á Reynatúgvu fyri "stóran egoist og psykopat".
- Men eg síggi hetta fyrst og fremst sum eitt menniskjaligt persónligt mál millum tvey tingfólk, sum tey mugu loysa teirra millum á einum persónligum stigi, sigur hann.
Og tað fær altso ikki persónligar avleiðingar í flokkinum fyri Annitu á Fríðriksmørk, at hon hevur sagt hesi orðini um floksfelagan og tingformannin.
- Nei, hetta er eitt persónligt mál, sum skal loysast teirra millum. Tey hava arbeitt saman í nógv ár. Bæði hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri flokkin, og tað rokni eg eisini við, at tey klára at gera frameftir.
- Tað kunnu altíð vera ósemjur um politisk mál, men tað loysir man inni í flokkinum, sigur formaðurin. Uppgávan hjá floksleiðsluni er at finna semjur um politiska viljan.
Hetta er óheppið fyri umrøðuna av politikkinum hjá Tjóðveldi, tí annars var talan um eitt gott floksting, sum flokkurin hevði í Hovi um vikuskifti, skilst á tjóðveldisfólki.
Les eisini: Ongar avleiðingar fyri Annitu á Fríðriksmørk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald