Innanlands

– Spell at karakterir fylla so nógv

Í grein í nýggjasta Miðnámsritinum sigur Tórður Johannesarson, lærari á Glasi, at tað hevði verið upplagt at fólkaskúlin fer undir karakterfría undirvísing

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-06-24 19:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Karakterir fylla ov nógv í føroyska skúlaverkinum. Tað heldur Tórður Johannesarson, lærari á Glasi.

Í grein í nýggjasta Miðnámsritinum, "Dreymurin um karkaterfría skúlan" vísir hann m.a. á, at næmingar fáa fleiri hundrað karakterir frá hádeild í fólkaskúlanum til miðnám, og heldur hann tað vera spell, at karakterir fylla so nógv. 

– Ein karakterur sigur einki um, hvar ið næmingurin flýtur; hann er bara eitt tal, sum er givið av einum lærara og eini skúlaskipan, sum ikki tímir at geva næmingunum aðra eftirmeting, skrivar hann.

Tórður Johannesarson heldur eisini, at afturmelding er burturspilt, tá ið karakterurin eisini verður givin, og hevði tað verið upplagt at fólkaskúlin fer undir karakterfría undirvísing í hádeild, tí har ikki er tørvur á karakterum í fólkaskúlanum.

– Veruleikin er, at eitt fólkaskúlaprógv kann bara brúkast til at søkja arbeiði í vinnuni, til lærupláss ella inn á miðnám. Um vit hyggja eftir vinnuni, so fer ein leiðari í t.d. einum handli ella byggifyritøku neyvan at hyggja eftir fólkaskúlakarakterum, tí hvat skal hann brúka teir til?

Lagt verður afturat, at 97-98 prosent av teimum, sum søkja inn á miðnám sleppa inn, so á tann hátt er eitt prógv við karakterum eisini óneyðugt, tá eingin kapping er um at sleppa inn á miðnám.

Miðnámsrit nr. 22 kom út í gjár, og kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder