Innanlands

– Stríðið er ikki av, fyrr enn abortlóggávan er dagførd

Kropsligi sjálvsavgerðarrætturin hjá kvinnum í Føroyum skal virðast, siga fleiri felagsskapir, sum skipa fyri kravgongu í Havn fríggjadagin

(Savnsmynd: Visualhunt)

(Savnsmynd: Visualhunt)

2024-07-08 08:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Stríðið er ikki av, fyrr enn abortlóggávan er dagførd.

Soleiðis skriva Sosialistisk Ung, Unga Tjoðveldið, Framsøkin Ung, Frítt Val, Kvinnufelagið í Havn og Amnesty International Føroyar, sum skipa fyri kravgongu í Havn fríggjadagin fyri at krevja, at "kropsligi sjálvsavgerðarrætturin hjá kvinnum í Føroyum verður virdur".

Kravgonga verður fríggjadagin klokkan 17. Gingið verður frá Gundadali til Speaker’s Corner, har tónleikur og røður eru á skrá.

– Fyri góðum tveimum mánaðum síðani fall lógaruppskotið um eina dagførda abortlóg, og fyri mong var hetta eitt stórt vónbrot. Støðan er tískil tann sama: kropsliga sjálvræðið hjá kvinnum verður ikki virt, kvinnur verða noyddar av landinum, og kvinnur mugu finna umvegir í heilsuverkinum fyri at fáa abort. Hetta er ein vanvirðilig støða, ið vit ikki góðtaka, skriva fyriskipararnir.

– Vit - felagsskapir, ungmannafeløg og einstaklingar - vilja vísa á, at stríðið ikki er av, fyrr enn abortlóggávan er dagførd. Vit heita tí á øll, sum eru fyri einari dagførdari abortlóg, um at koma á kravgongu og standa saman og krevja, at rætturin hjá kvinnum at taka avgerðir um egið lív, kropp og nøring verður virdur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder