Innanlands

– Sum samfelag mugu vit taka ábyrgd

– Fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, fleiri sjúkrarøktarfrøðingar við serútbúgving og einari arbeiðsviku, ið fer væl niður um hasar 37 tímarnar skal til nú, sigur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

(Savnsmynd: Klara Johannessen)

(Savnsmynd: Klara Johannessen)

2023-03-19 14:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Skulu vit hava nakra vón um at hava nøktandi tal av sjúkrarøktarfrøðingum, bæði við grundútbúgving og serútbúgving, so mugu vit sum samfelag taka ábyrgd av at útbúgva hesar sjálvi og vit mugu ikki liggja sjóvarfallið av okkum.

Soleiðis siga væl omanfyri 300 sjúkrarøktarfrøðingar í felags yvirlýsing, eftir at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevði aðalfund á Hotel Føroyum í gjár.

Felagið sigur seg gleðast um upptøku av tveimum flokkum av sjúkrarøktarfrøðilesandi, tí tørvurin á sjúkrarøktarfrøðingum bara økist, meðan vit gerast alsamant fleiri borgarar í Føroyum.

– Vit eru í tí gleðiligu serstøðu í Føroyum, at øll lestrarplássini til sjúkrarøktarfrøðing eru upptikin. Í londunum kring okkum er stórt fall í umsøkjarum. Fakið stendur enn meira í hóttafalli! Tørvurin á okkara faki og okkara førleika hvørvur ikki – hann bara økist.

– Vit kunnu ikki stinga høvdið í sandin, men mugu fyrihalda okkum til veruleikan. Vit mugu taka avgerð um, hvørjar sergreinar vit vilja hava í Føroyum og mugu serútbúgva sjúkrarøktarfrøðingar samsvarandi hesum. Kappingin um sjúkrarøktarfrøðingar við grundútbúgving og serútbúgving er og verður bara enn størri, og tí mugu vit vera í fremstu røð at fáa loyst hetta. Støðan er so ring í okkara grannalondum við troti á sjúkrarøktarfrøðingum, at vit skulu ikki dúva upp á nakra hjálp hiðani og í ringasta føri, verður hetta fyri okursprísir, siga sjúkrarøktarfrøðingarnir.

– Fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, fleiri sjúkrarøktarfrøðingar við serútbúgving og einari arbeiðsviku, ið fer væl niður um hasar 37 tímarnar skal til nú! Latið okkum nú sum samfelag taka trotið av sjúkrarøktarfrøðingum í álvara og gera nakað við tað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder