Innanlands

- Tað er betri fyri føroyingar, um stríðið verður loyst innanhýsis

Danska ljósmøðrafelagið hevur heitt á limir sínar um ikki at blanda seg uppí verkfallið í Føroyum

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-11-25 15:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Lillian Bondo, forkvinna í danska ljósmøðrafelagnum er bæði yvirraskað og í øðini um, at tvær danskar ljósmøður eru farnar til Føroyar at arbeiða á Landssjúkrahúsinum, meðan føroysku ljósmøðurnar eru í verkfalli.

"Danska ljósmøðrafelagið hevur heitt á limir sínar um ikki at blanda seg uppí eitt lógligt verkfall, og vit hava eisini heitt á tær vikarstovurnar, vit hava avtalu við um ikki at senda ljósmøður til Føroyar," sigur hon í samrøðu við Kringvarpið.

"Ein vikarstova hevur rættað seg eftir hesum, men ein onnur hevur valt at fara aðrar leiðir, og hetta harmast vit um, vit halda tað vera best fyri føroyingar, um hetta stríðið verður loyst innanhýsis," sigur Lillian Bondo.

Til ber at hoyra alla samrøðuna her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder