ÍSF hevur takkað nei til tær 2,5 milliónirnar, sum Føroyar fingu bjóðað frá donsku stjórnini til oyggjaleikirnar í 2027.
Pengarnir vórðu oyramerktir til oyggjaleikir, og tí er tað ikki rætt av ÍSF at taka ímóti teimum og brúka teir til onnur endamál, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti við Kringvarpið.
– Vit vóru ovfarin og fegin, tá vit fingu stóra tilboðið, og tað er ikki ofta, at ÍSF sigur nei til pengar.
Tað var 5. desember, at Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin boðaði frá, at Fólkatingið hevði játtað 2,5 milliónir krónur til oyggjaleikirnir í 2027. Hetta fall tó ikki í góða jørð hjá m.a. landsstýriskvinnuni í uttanríkismálum, Sirið Stenberg.
– Oyggjaleikir, og mentanarpolitikkur, hevur onki við fólkatingið at gera, segði Sirið Stenberg.
Anna Falkenberg helt tó ikki, at tað er nakað galið við at taka ímóti pengum frá Fólkatinginum, men vísti hon á, at tað stóð Føroyum frítt fyri at takka nei til pengarnar.
Les eisini: – Einki galið í at taka ímóti pengum frá Fólkatinginum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald