Innanlands

– Einki galið í at taka ímóti pengum frá Fólkatinginum

Men tað stendur Oyggjaleikanevndini og landsstýrinum frítt fyri at takka nei til tær 2,5 milliónirnar, sum Fólkatingið hevur játtað til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin (Savnsmynd)

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin (Savnsmynd)

2025-12-07 15:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er einki galið í at taka ímóti pengum frá donsku stjórnini til Oyggjaleikirnar, sum skulu vera í Føroyum í 2027.

Tað sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.

Les eisini: Fólkatingið játtar 2,5 milliónir krónur til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027

Fríggjadagin boðaði hon frá, at danska stjórnin hevði játtað 2,5 milliónir krónur til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027, men tað er ikki fallið í góða jørð hjá m.a. landsstýriskvinnuni í uttanríkis- og mentamálum.

Les eisini: – Hetta líkist ongum

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna skrivaði á Facebook, at Oyggjaleikir, og mentanarpolitikkur einki hevur við Fólkatingið at gera, og líkist tað ongum, at fólkatingið játtar pengar til nakað, sum Løgtingið longu hevur játtað at fíggja.

Anna Falkenberg segði í samrøðu við Útvarpið klokkan 14, at pengarnir frá fólkatinginum fara at koma væl við.

– Eg dugi ikki at síggja nakað sum helst galið í, at vit gagnnýta, at vit eru ein partur av ríkinum, sigur hon og leggur afturat, at tað stendur Oyggjaleikanevndini og landsstýrinum frítt fyri at takka nei til pengarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder