Nógv møttu til kunningarátakið á Viðareiði í gjár, sum var í samband við, at Norðoya Bú- og Heimatænasta fer undir at byggja tænastudepil til heimatænastu, venjing og dagtilhald. Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á sínari Facebook-síðu.
Niðurteljingin til hendan týdningarmikla miðdepilin er byrjað., ogMarna Ellingsgaard Jensen, stjóri fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, segði í røðu sínari at komið er á mál við nógvum ætlanum hjá Stýrinum, at nógv er í eini tilgongd, og at næsta stóra málið, sum nú nærkast, er tænastudepilin, sum væntast endaliga klárur í 2024.
- Endamálið við tænastudeplinum er at veita tænastur, ið stuðla heilsuni og lívsgóðskuni. Somuleiðis skulu tænasturnar í deplinum stuðla fólkapensjónistum at vera heima, sum longst og kunna ráða sær sjálvum, tí tað hevur kanningararbeiðið hjá NBH víst, at tey eldru ynskja, vísti Marna E. Jensen eisini á.
Marna Ellingsgaard Jensen - aftanfyri roynir brogarstjórin í Klaksvík eina av renni/gongumaskinunum. (Mynd: Klaksvíkar kommuna)
Svend Sivertsen, arkitektur frá FuglArk, kunnaði um tænastudepilin og vísti á tekningar, sum eisini vístu hvar Viðareiðis kommuna hevur ætlanir um at byggja barnagarð og tvær íbúðir.
Tekningar lagdar fram (Mynd: Klaksvíkar kommuna)
Hedevig Matras, deildarleiðari fyri fysio- og ergoterapieindina hjá NBH, kunnaði um venjingartilboðið, sum longu nú er tøkt og venjingarmøguleikarnar, sum vera í nýggja deplinum. Hedevig vísti m.a. á gransking, sum vísur, at venjing kann útseta innlegging á røktarheim í 5 ár. Hetta m.a. tí, at venjing betrar um og varðveitir virkisførleikan.
Venjing á Viðareiði verður mikudag og fríggjadag kl. 13.00 og 14.00. Heimabúgvandi fólkapensjónistar kunnu venja ókeypis, men venjingarskeiðið er tíðaravmarkað og endar aftaná 3 mánaðir, skrivar Klaksvíkar kommuna. Í gjárkvøldið fingu tey, ið vóru samankomin, høvi at nýta ymsu venjingartólini.
Olvheðin Jacobsen endaði løtuna við trimum sangum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald