Uttanlands

- Takið krúnuna niður av Altingsbygninginum

Íslendska vónbrotið yvir danska innsatsin á hondbóltsvøllinum í gjárkvøldið er stórt

Altingið (Mynd: Wikipedia)

Altingið (Mynd: Wikipedia)

2022-01-27 12:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú skal kongskrúnan takast niður av Altinginum. Tað heldur ein íslenendskur tingmaður eftir vónbrotið í gjárkvøldið, tá danska hondbóltslandsliðið lorkaði burt sigurin móti fraklendingum, og harvið oyðiløgdu møguleikan hjá íslendingum at koma í hálvfinalurnar.

Eftir hondbóltsdystin í gjárkvøldið eru komnar fleiri skuldsetingar fram um, at danir ikki vóru sinnaðir til at vinna dystin. Eitt nú við at halda teir bestu spælararnar Mikkel Hansen og Mathias Gidsel uttanfyri.

Eisini verður ein støða tikin fram, tá fyrri hálvleikur rann út, og danir, ið høvdu bóltin, ikki gjørdi nakra roynd at skjóta móti málinum áðrenn klokkan ljóðaði.

Slíkt er heilt óvanligt í hondbólti, men leikarin, sum gekk passivur við bóltinum, Jacob Holm, sigur sambært donskum miðlum, at talan var um eitt mistak. Hann visti ikki, at tað bert vóru fá sekund eftir av hálvleikinum. Tá førdu danir 17-12.

Starvsfólk hjá danska hondbóltssambandinum øtast eisini yvir ógvusligar viðmerkingar, sum eru komnar inn eftir at danir taptu við einum máli, 29-30, móti Fraklandi í gjárkvøldið.

Ein tað mest víðgongda reaksjónin yvir úrslitið kemur frá íslendska altingsliminum fyri Pirata-flokkin, Björn Leví Gunnarsson, sum sigur, at stundin nú er komin at taka avgerð um at taka kongskrúnuna niður av Altingsbygninginum.

Altingsbygningurin við Austurvöll í Reykjavík varð bygdur fyrst í 1880’unum eftir tekningum hjá danska arkitektinum Ferdinand Meldahl. Mitt á bygninginum móti Eysturvølli sæst kongsmerkið við krúnu hjá táverandi Christian kongi IX.

Henda krúnan hóvar ikki øllum íslendingum. Altingslimurin Björn Levi Gunnarsson hevur fyrr tosað fyri at taka krúnuna burtur uttan at fáa undirtøku. Eftir vónbrotið í gjárkvøldið helt hann at stundin var búgvin til at taka hetta ynskið framaftur, skrivar Vísir.

Christian kongur IX var fyrsti danski kongurin, sum vitjaði Ísland. Tað var í 1874.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder