Uttanlands

- Tey koma ikki vegna brúnu eygu okkara

Grønlendingar eru ivingasamir um vælviljan hjá amerikanarum at vitja og fíggja hundasletukapping

Mariina Abelsen (Skíggjamynd: RÚV)

Mariina Abelsen (Skíggjamynd: RÚV)

2025-03-25 11:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Strong tilbúgving er sett í verk í Grønlandi undan vitjanini av amerikansku varaforsetafrúnni og trygdarráðgevanum hósdagin.

Amerikanska vitjanin er ikki almenn. Amerikanska forsetaembætið hevur boðað frá, at amerikanska ferðalagið fer at vitja herstøðina í Pitufik (fyrrv. Thule) og leygardagin vera amerikanararnir til staðar, tá árliga hundasletukappingin í Sisimiut fer fram. Talan er um stórhending í grønlendskari mentan, skrivar íslendska ríkisútvarpið, sum hevur fólk í Grønlandi í hesum døgum.

Miðlar hava borið tíðindini um, at tað er amerikanska sendistovan í Nuuk, sum hevur gjørt tað møguligt at frakta hundar og sletur við flogfari til Sisimiut við Air Greenland. Kostnaðurin av hesum sponsoratinum er ikki kendur.

RÚV hevur tosað við Mariina Abelsen, sum var fíggjarmálaráðharri í Grønlandi árini 2009 til 2013, og eisini hevði evstu ábyrgd av stóra tiltakinum Arctic Winter Games í 2016. Hon staðfestir, at Grønland er komin í eina heilt ókenda støðu, sum landið ikki hevur roynt fyrr.

- Tá vit nú síggja stóra áhugan uttanífrá, serliga USA, so er tað ikki einans vegna brúnu eygu okkara, at tey knappliga vilja fíggja hundasletukappingina. Tey vilja treingja seg inn í samfelagið og fáa fólk við sær, sigur Abelsen.

Hon vísir eisini á, at tað er heilt greitt, at amerikanarar hava gagnnýtt støðuna við at bjóða pengar til nøkur fólk, sum ikki eru von til at hugsa stórpolitiskt, men bara halda tað vera fínt, at onkur vil fíggja teirra hundasletukapping.

- Hetta er ikki søgan um, at amerikanararnir vilja hjálpa grønlendingum. Endamálið er heilt greitt at fáa ávirkan, sigur fyrrverandi landsstýriskvinnam.

Grønlendsk landsstýrisfólk ætla ikki at hitta umboðini fyri USA fyrr enn at nýtt landsstýri er skipað í Grønlandi. RÚV sigur seg hava vitan um, at tað hevur verið ein annar fyrispurningur frá amerikanskari sendinevnd til Grønlands, sum landsstýrið vísti aftur av somu orsøk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder