Nú jólini eru í námd, fer SamFelagið við SamFelagskalendaranum, hvønn sunnudag í advent at bjóða einum samfelagsfrøðingi at hugleiða um eitt evni, ið er bæði viðkomandi og umráðandi at varpa ljós á hesa ársins tíð.
Teir fýra samfelagsfrøðingarnir fara at svara trimum spurningum út frá teirra fakliga sjónarmiði. Fyrsti samfelagsfrøðingurin er Rósa Egholm.
Tátturin hevur sum endamál at varpa ljós á ymisk samfelagsmál, ið hava ávirkan á okkara samfelag og okkum føroyingar, umframt gevur okkum íblástur til gerandisdag okkara.
Les meiri um SamFelagið á www.samfelagid.fo
Jólini eru fyri okkum øll
Hvat er títt samfelagsfrøðiliga bakstøði?
Eg eri útbúgvin samfelagsfrøðingur við serligum denti á átrúna og friðar tilgongdir. Eg las á University of Aberdeen í 5 ár tilsamans.
Hvat heldur tú er umráðandi, at vit sum borgarar og samfelag hugsa um hesa ársins tíð?
Jólatíðin er SO strævin og hvønn novembur hoyrist eitt stórt felags suff, tá ið jólaprýðið kemur upp og jólakaramellurnar koma fram - nú er aftur tíð til jólares, kravdan hugna og tóma bankakonto. Spurningurin er hví vit so halda fast í jólunum?
Tað er tí jólini eru meira enn føðingardagur fyri hasum manninum úr Nasaret - tað er eitt hátíðarhald av hvørjum øðrum og felagsskapinum.
Sambært flestu samfelagsfrøðingum stóðst trúgv og átrúnaður í tíðini tá fólk búðu í smáum stammum. Fyri at yvirliva máttu tey líta á felagsskap við onnur, og ein guddómligur peikifingur var júst tað rætta fyri at tryggja sátt og semju. Trúgvir gjørdust so alt meira skipaðar og kirkjuligar gerðir og siðvenjur tóku skap fyri at byggja upp eina kenslu av felagsskapi. Sjálvandi er samfelagið nógv broytt síðan tá, men vit hava enn tørv á felagsskapinum. Jólini eru eitt gott dømi um hetta
Vit brúka jólini til at minna okkum og onnur um at vit eru partur av einari størri eind. Jólasiðir og siðvenjur eru, fyri tað mesta, flutt út úr kirkjuni, men hava sama úrslit. Øll kenna mannagongdirnar og koma saman í felags jólahugna. Vit brúka øll somu sangir, sama mat, sama pynt og so víðari. Hetta styrkir um samanhaldið og kensluna av felagsskapi.
Vit mugu ásanna at hesin felagsskapurin er í vanda fyri at fara í upploysn í dagsins samfelag. Hugtakið “vit” smalkast við øðiligari ferð og ræðslan fyri “hinum” bara økist. Vit eru so upptikin við at tryggja okkum sjálvi og okkara nærmastu, at vit gloyma felagsskapin.
Jú meira vit eru varug við at røkja felagsskapin, jú lættari verður at tryggja eitt gott samfelag fyri øll. Eitt samfelag sum hevur pláss fyri øllum og har eingin er fyri mismuni
Hvørji ráð vilt tú geva víðari til samfelagið?
Míni jóla-ráð til samfelagið eru einføld. Minnist til felagsskapin og tað góða jólini kunnu gera fyri hann. Um tú ert trúgvandi ella ikki, so ber altíð til at taka boðskapin um næstakærleika og opnan hugburð til sín.
Tú kanst suffa alt tú vilt og rulla eyguni himmalhøgt, so leingi tú minnist til at tú heldur jól fyri okkum øll.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald