Innanlands

Kaj Leo: - Upplýsingarnir til Moody’s eru fake news

- Fegnist heldur um ratingina heldur enn at tosa hana niður, sigur løgmaður

(Savndmynd: Jens Kr. Vang)

(Savndmynd: Jens Kr. Vang)

2018-11-14 11:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Upplýsingarnir, sum greiningarfyritøkan Moody’s hevur fingið til at gera sína meting av føroyska búskapinum er fake news – falstíðindi.

Tað segði Kaj Leo Holm Johannessen, tingmaður, á tingfundi fyri løtu síðani, tá hann undraðist stórliga á eitt svar frá løgmanni viðvíkjandi ratingini hjá Moody’s.

Ófráboðaiðir spurningar eru á dagsskránni fyri tingfundin í dag, og í hesum sambandi skuldi løgmaður svara spurningum viðvíkjandi ratingini hjá Moody’s, sum Landsbankin kunngjørdi í farnu viku.

Eisini Jacob Vestergaard øtast á svarið, og serliga tað, at løgmaður gerst firtin av, at spurningar verða settir til ratingina.

- Vit mugu kunna seta spurningar, tí tað, sum stendur í frágreiðingini hjá Moody’s, sum ikki svara við veruleikan, segði fólkafloksmaðurin.

Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum setti løgmanni spurningin og vildi hava hann at svara, hvør tað var, ið hevur givið greiningarfyritøkuna upplýsingarnar, ið eru brúktir sum støði í metingunum.

Bárður á Steig undrast yvir hví landsstýrið ikki hevur boðað Moody’s frá, at kvotaskipanin ikki er sett í verk fyri fiskivinnuna enn, og heldur ikki verður sett í gildi í 2019.

- Góða ratingin byggir upp á, at vit hava fingið eina kvotaskipan ístaðin fyri dagaskipanina. Moodys lat frágreiðingina tíðliga í oktober, so har var góð tíð at gera rættingar. Men einki var gjørt – tí byggir metingin á skeiv tíðindi.

Royna at tosa ratingina niður
Løgmaður øtaðist í sínum svari á, at andstøðan – heldur enn at fegnast um góðu metingina – nú roynir at tosa ratingina niður.

- Tit prædika at alt er nakað lort í Føroyum, men tað passar ikki. Yvirskotini í vinnuni eru metstór, arbeiðsloysið er nærum ikki til staðar, og fólkavøksturin stórur. Latið okkum heldur fegnast um, at vit fáa eina góða meting, segði Aksel V. Johannessen, løgmaður.

Hann skuldsetti eisini andstøðuleiðararnar fyri at ynskja at lýsa føroyska búskapin verri enn hann er, fyri at raka samgonguna politiskt.

- Eg varð sjálvur spurdur av greinarunum hjá Moody’s. Og her skuldi eg fyrihalda meg til útsøgnir, sum andstøðuleiðararnir høvdu ført fram. Tað var greitt, at andstøðan ynskir at tosa ratingina niður fyri at raka okkum politiskt, segði Aksel V. Johannessen.

Løgmaður segði seg ikki vita um royndir vóru gjørdar at rætta upplýsingarnar til Moody’s – ”tað mugu tit spyrja Landsbankan ella landsstýriskvinnuna við fíggjarmálum um” – men visti á, at tá upplýsingarnir vóru samlaðir, so hevði løgtingið samtykt at ein kvotaskipan skuldi setast í verk frá 2019 at rokna.

Sí: Moody’s: Kvotaskipan jalig fyri kreditvirðið 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder