Uttanlands

– USA ongan rætt til londini í ríkisfelagsskapinum

Danski forsætisráðharrin heitir á amerikanarar um at steðga teirra hóttanum

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen á tíðindafundi í Føroyum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen á tíðindafundi í Føroyum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-05 09:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Eg vil staðiliga heita á, at mann frá amerikanskari síðu steðgar hóttanum móti einum søguliga tættum sameindum og móti einum øðrum landi og einum øðrum fólki, sum greitt hava sagt, at tey eru ikki til sølu.

Soleiðis skrivar danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen á Facebook.

Hendan fráboðanin kemur eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump enn einaferð hevur endurtikið ynskið um at yvirtaka Grønland, og ein fyrrverandi ráðgevi hjá umsiting hansara hevur lagt eina mynd út á X, har Grønland er í amerikonskum litum.

Les eisini: Trump endurtekur, at USA hevur tørv á Grønlandi

Les eisini: Mynd av Grønlandi í amerikonskum litum vakt ans á sosialum miðlum

– Kongaríkið Danmark - og harvið Grønland - er partur av NATO og er harvið umfatað av verjutrygdini hjá samgonguni. Vit hava longu í dag eina verjuavtalu millum kongaríkið og USA, sum gevur USA víða atgongd til Grønland. Og vit hava frá okkara síðu gjørt munandi íløgur í trygdina í Arktis, skrivar danski forsætisráðharrin.

– USA hevur ongan rætt til at hertaka eitt av trimum londunum í Ríkisfelagsskapinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder