Innanlands

- Váðafúsir og bráðir ungir menn eru teir vánaligastu bilførararnir

Sambært granskara eru vánaligir bilførarar typiskt stakir menn, sum eru 18-39 ára gamlir

Savnsmynd (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Savnsmynd (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-10-31 15:26 Author image
Oda Strøm
placeholder

Laila Marianne Martinussen, sum er granskari á Danmarks Tekniske Universitet, er komin fram til, at teir vánaligastu bilførararnir í ferðsluni eru stakir ungir menn, sum eru millum 18-39 ára gamlir. Tað skrivar DR í dag.

- Útfrá okkara kanningum síggja vit, at vánaligi bilførarin typiskt er ein yngri maður, sum koyrir nógv og hevur egnan bil. Persónurin vil ofta sjálvur vera við, at hansara trygdarførleikar ikki eru góðir, men at hann dugir væl reint tekniskt at koyra bil. Vánaligi bilførarin er typiskt eisini ein, sum tilvitað brýtur ferðslulógina, sigur Laila Marianne Martinussen við DR.

Granskarin vísir á, at vánaligi bilførarin typiskt er sjálvstøðugur vinnurekandi, sum ikki einans hevur fingið bøtur í trafikki, men eisini er dømdur fyri onnur ting, sum einki hava við ferðslu at gera - t.d. harðskap. 

 

[object Object]

Í sínari gransking hevur Laila Marianne Martinussen eisini funnið fram til, hvat serliga eyðkennir góða bilføraran - og hann kann koyrast í tveir bólkar.

- Tað eru eldri menn, sum koyra nógv. Teir fáa ikki nógvar bøtur og elva ikki til nógv ferðsluóhapp. Teir siga sjálvir, at teimum dámar best at koyra eitt sindur spakuligari, sigur granskarin. 

So eru tað nakrar eldri kvinnur eisini, sum eyðkenna tann góða bilføraran, sambært dátunum hjá Martinussen.

- Tær eru ikki við í nógvum ferðsluóhappum og svara, at tær koyra spakuliga. Tá ið tær sjálvar skulu svara uppá, um tær eru ein tryggur bilførari, eru tær lítillátnar og siga, at tær hvørki hava góðar trygdar- ella koyriførleikar, men gera tó ikki nakrar feilir í ferðsluni hvørki við ella uttan vilja. Tær hava kanska lágt sjálvsálit í mun til teirra veruligu koyriførleikar, sigur Laila Marianne Martinussen við DR. 

[object Object]

- Tá ið mann er ov bráður og hugsar ov lítið um avleiðingar og samstundis heldur, at mann dugir væl at koyra og er váðafúsur, so er tað kanska ikki so løgið, at tað gongur galið innímillum. So er mann noyddur at royna at ávirka tankarnar hjá hesum bólki av bilførarunum um teirra koyriførleikar, soleiðis at sjálvsmynd teirra gerst meira veruleikakend, sigur granskarin við DR Fyn. 

- Tí skal mann royna at raka hesar ungu menninar við lýsingaherferðum, sum eru rættaðar til teir. So síggja teir, at tað er teir, tað handlar um. Flestu ungu menn koyra nevniliga ikki runt og hugsa, at teir eru vánaligir ella ótryggir bilførarar, leggur Laila Marianne Martinussen afturat. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder