Innanlands

- Valið var faktiskt lætt

Jógvan Skorheim helt tað verða ein sjálvfylgja at heiðra Merkinum heldur enn at møta til kjaksending um fólkatingsvalið

Jógvan Skorheim (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jógvan Skorheim (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-05-23 11:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

- Eftir ætlan skuldi eg vera við í útvarpssamrøðu um fólkatingsvalið í dag. Hóast eg havi gjørt eina roynd, at fáa samrøðuna bandaða ella flutta, hevur hetta ikki latið seg gjørt.

Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri og borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, fór ikki at møta upp til kjaksending um fólkatingsvalið, sum skuldi verða í Kringvarpinum í kvøld, tí at hann valdi uppgávu sum borgarstjóri framum. Jógvan Skorheim er á veg til Danmarkar við træseglskipunum, har hann í Odense skal halda røðu. Odense og Klaksvík eru vinabýir. 

Jógvan Skorheim sigur í viðmerking at túrurin til Odense varð lagdur til rættis í fjør, har hann verður við at heiðra merkinum.

Borgarstjórin sigur, at hann hevur fram til hetta, bæði tí at skipini umboða ein so stóran part av okkara mentanararvi, og tí at Merkið hevur havt grundleggjandi týdning undir okkara tjóðarbygging.

- Tí var valið faktiskt lætt. Tá ið samrøðan ikki kann flytast ella bandast, so velji eg sjálvandi at heiða Merkinum og okkara siglandi mentanararvi framum eina einstaka útvarpssamrøðu um danska fólkatingsvalið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder