Innanlands

– Vit eiga ikki at vera stúrin

Smittan við hantavirus umborð á ferðafólkaskipinum Hondius er álvarsom, men smittan er øðrvísi enn korona, og eiga fólk ikki at vera stúrin, sigur m.a. stjórin í Heilsustýrinum

(Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-05-08 11:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Smittan við hantavirus umborð á ferðafólkaskipinum Hondius er ein álvarsom støða, men vandin fyri almennu fólkaheilsuni er lítil, og kann hetta ikki samanberast við koronufarsóttina, sum vit upplivdu fyri fáum árum síðani.

Tað er boðskapurin frá heilsumyndugleikum í løtuni.

Noomi O. Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum segði í Degi og viku í gjár, at vit eiga ikki at vera stúrin fyri hantavirusinum.

Virusið smittar ikki eins illa og korona, og smittar hetta slagið, sum er staðfest umborð á ferðafólkaskipinum, bert við tætt samband millum fólk, og gjøgnum samband við rottu ella mýs.

– Tað er øðrvísi í mun til korona, tað er ikki luftborin smitta, tað smittar bert við tættum sambandi, so mann kann siga, at vit eru í eini heilt aðrari støðu, segði hon.

Stjórin í Heilsustýrinum legði afturat, at vit eiga heldur ikki at vera stúrin um hantavirus, tá vit fara at ferðast í summar.

– Sjálvandi skulu vit vera varin, vit skulu hava gott reinføri, og vit skulu altíð vera varin í mun til smittusjúkur, men akkurát hetta haldi eg ikki, at vit skulu vera stúrin um, segði hon.

Dani farin í sjálvboðið sóttarhald
Statens Serum Institut í Danmark sigur, at vandi fyri smittu í Danmark og ES í løtuni er sera lítil, men stovnurin fylgir gongdini neyvt, og hevur neyðugu tilbúgvingina, um støðan skuldi broytt seg.

Tað sigur Anders Koch, lækni hjá Statens Serum Institut sambært Ritzau.

Slagið av hantavirus, sum er staðfest umborð á Hondius, nevnist Andes-virus og smittar gjøgnum tætt samband millum fólk.

Ein dani er farin í sjálvboðið sóttarhald, eftir at hann hevur verið umborð á ferðafólkaskipinum. Dansku myndugleikarnir hava tætt samskifti við persónin, sum ikki hevur víst sjúkueyðkenni.

Higartil eru staðfest fimm tilburðir av hantavirus á Hondius, men illgruni er um, at tilsamans átta fólk eru blivin smittað. Av teimum fimm, sum fingu staðfest smittuna, eru trý deyð.

Les eisini: Smittaður dani sigldi til Føroya við Norrønu og varð innlagdur á Landssjúkrahúsinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder