Ein dani, sum 19. apríl fór umborð á Norrønu í Hirtshals á veg til Føroya, hevur síðan fingið staðfest hantavirus.
Hann bleiv alsamt verri fyri á ferðini til Føroya, og varð innlagdur á Landssjúkrahúsinum við hækkandi nýratølum.
Tað veit TV2, sum hevði eitt innslag við manninum í kvøldsins tíðindasending.
Maðurin varð innlagdur týsdag, og sendur til universitetssjúkrahúsið í Odense fríggjadag, tá mann í Føroyum ikki fekk gjørt eina sjúkugreining.
Í Odense gerst skjótt greitt, at tað er hantavirus, men eisini, at talan er um ein mildan variant av slagnum. Hann skal vera smittaður á einum sonevndum "shelter" í náttúruni á Suðurfjóni.
Ikki eitt nýtt virus
Hantavirus hevur verið umrøtt nógv seinastu dagarnar, men er ikki nakað nýtt virus. Tað eru fleiri variantar av tí, nakrir meira álvarsligir enn aðrir. 5-10 danir verða á hvørjum ári smittaðir við tí variantinum sum eitur Pumala. Tað hendir fyri tað mesta um fólk koma í samband við gnagdýr á Suðurfjóni, visti TV2 at siga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald