Uttanlands

– Vit hava eina ætlan, sum skal fáa enda á krígnum í Gaza

Tað segði amerikanski sendimaðurin, Steve Witkoff við avvarðandi hjá gíslum í Gaza, tá hann um vikuskiftið vitjaði Ísrael og Gazageiran

Steve Witkoff, serligur sendimaður hjá USA í Miðeystri (Mynd: EPA)

Steve Witkoff, serligur sendimaður hjá USA í Miðeystri (Mynd: EPA)

2025-08-03 14:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Arbeitt verður við einari ætlan, sum skal fáa ein enda á krígnum í Gaza.

Tað sigur serligi sendimaðurin hjá USA í Miðeystri, Steve Witkoff, sum um vikuskiftið hevur vitjað Ísrael og Gazageiran.

– Vit hava eina sera, sera góða ætlan, sum vit arbeiða við saman við ísraelsku stjórnini, saman við ísraelska Netanyahu forsætisráðharra, um at byggja Gaza uppaftur. Tað fer í roynd og veru at merkja, at vit fáa ein enda á krígnum, skal hann hava sagt við avvarðandi hjá gíslum, sum verða hildnir til fanga í Gaza, sambært tíðindastovuni Reuters.

Witkoff segði eisini, at Hamas er til reiðar at leggja vápnini fyri at fáa frið í Gaza. Hetta hevur palestinska rørslan tó fleiri ferðir víst aftur, og í gjár sendi Hamas út eina fráboðan, har tað varð gjørt greitt, at Hamas ikki ætlar sær at leggja vápnini, um ikki ein sjálvstøðugur palestinskur statur verður settur á stovn.

Les eisini: Hamas krevur palestinskan stat

Óbeinleiðis samráðingar millum Ísrael og Hamas um eina 60 dagar langa vápnahvíld og leyslating av gíslum í Gaza, endaði í farnu viku uttan úrslit.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder