Uttanlands

- Vit skulu ígjøgnum tvær sera pínufullar vikur

Hetta segði Donald Trump á tíðindafundi í gjárkvøldið, tá amerikanski forsetin gjørdi sera álvarsligu støðuna í landinum upp. Koronatølini eru skjótt vaksandi í USA.

USA er nú landið, har triðflest fólk eru deyð við koronavirusinum. Í gjár var harðasta samdøgrið higartil, og metingin er, at millum 100.000 - 200.000, í minsta lagi, fara at lata lív komandi tíðina (Mynd: EPA)

USA er nú landið, har triðflest fólk eru deyð við koronavirusinum. Í gjár var harðasta samdøgrið higartil, og metingin er, at millum 100.000 - 200.000, í minsta lagi, fara at lata lív komandi tíðina (Mynd: EPA)

2020-04-01 08:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár varð tann dagurin, tá deyðstalið fyri eitt samdøgur rakti nýggjum hæddum í USA. 865 persónar við koronavirusinum doyðu, og sambært heilsufrøðiligum seerfrøðingum og ráðgevarum fer talið at vaksað nógv komandi tíðinina. Væntast kann, at millum 100.000 og 200.000 fara at doyggja við virusinum - um illa vil til upp ímóti tveimum milliónum.

Donald Trump, forseti, stjórnin og landið skulu fyrihalda seg til veruleikan, og á tíðindafundi ið vardi tveir tímar, tosaði Trump um støðuna og avdúkaði nýggju leiðreglurnar og tiltøkini í stríðnum móti koronavirusinum.

Amerikanarar í øllum 50 statunum skulu nú fylgja líknandi tiltøkunum, ið eru sett í verk í nógvum londum í Evropa. Millum annað tað at øll sum ikki hava eina alneyðugt starv í samfelagnum, skulu í útgangspunktinum arbeiða heimanfrá, og at tað ikki er loyvi at savnast meira enn 10 fólk. Tað verður eisini frárátt, at ein vitjar vinir, ella fer út at keypa uttan at tað er neyðugt.

Korrespondeturin hjá danska TV2 í USA, Jesper Steinmetz, sigur, at á øðrum tíðindafundum um koronavirus  hevur Donald Trump brúkt nakað av tíð til at tosað um millum annað politiskt mótstøðufólk og partabrævamarknaðin. Í gjár var øðrvísi, sigur Steinmetz. Talan um ein hóvligan forseta, ið dugdi sera væl at vísa samkenslu og samhuga og megnaði at tosa savnandi í einari sera álvarsligari støðu - tað tyktist sum Trump veruliga hevur sæð álvaran, og hann gjørdi greitt, at tvær sera truplar og pínufulllar vikur standa fyri framman. 

USA kom í gjár uppum Kina, tá tað kemur til deyðstøl, og talið av deyðum við virusinum er hægri, enn USA hevði 9/11. Áleið 4.000 fólk eru nú deyð við virusinum í USA.

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð við covid-19, veruliga eru deyð av hesum virusi. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini. Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

 







placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder