Innanlands

- Vit ynskja frið til hvild í egnum heimi

Nýtt felag skal arbeiða ímóti ljóð og luftdálkingin frá skipum. Stovnandi aðalfundur verður í desember

(Mynd: KVF)

(Mynd: KVF)

2018-11-29 22:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mánakvøldið 10. desember verður stovnandi aðalfundur í Skótahúsinum í runavík av einum felag, sum fer at hava til høvuðsendamál at arbeiða fyri at avmarka ótolandi ljóð- og luftdálking frá skipum.

Tað skriva fyriskipararnir í tíðindaskrivi í kvøld

- Vit hava gjørt av at kalla felagið Heimafriður, tí vit vilja vísa á, at sum nú er hava vit ikki so frægt sum svøvnfrið heima við hús. Vit ynskja rætt og slætt at fáa frið til hvíld í egnum heimi, siga fyriskipararnir.

- Ljóðdálking frá havnaløgnum og skipum er vorðin ein alsamt vaksandi trupulleiki. Tí hava borgarar, ið liva undir ótolandi umstøðum orsakað av larmi frá skipum, tikið seg saman til at stovna eitt felag, hvørs høvuðsendamál er at virka fyri, at lóggivið verður soleiðis, at Føroyar gera sum grannalondin og áseta krøv til dálking frá skipum, stendur í tíðindaskrivinum.

- Í Føroyum er eingin beinleiðis reglugerð fyri ljóðdálking frá skipum, hetta merkir at ljóðdálkanin, sum borgarar í Føroyum eru útsettir fyri, er langt omanfyri viðmælini hjá WHO. Eisini er kanningin, prógv um, at ljóðdálking skal takast í nógv størri álvara enn higartil hildið.

- Áhaldandi hava borgarar gjørt vart við ótolandi viðurskiftini, tey liva undir, men framvegis er eingin broyting íkomin og verður málið ikki tikið í nóg stórum álvara.

- Við hesum felag vilja vit vísa á, at nógvir borgarar í Føroyum, orsakað av ljóðdálking, ikki fáa hvíld heima við hús og liva undir umstøðum, sum eru til vanda fyri heilsu og vælveru teirra, siga stigtakararnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder