Innanlands

10 hitastig og stilt

Veðrið er av tí besta í dag og í morgin

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2019-07-08 13:50 Author image
Ari av Rana
placeholder

Summarveður er í dag og í morgin. Sól, lítið av vindi og einki regn mynda dagarnar.

Í dag er fleyr til gul av útsynningi, sum síðani skiftur yvir í eystan, millum 0,5 og 5 m/s. Sólin sær allan dagin, einki regn og hitin um 10 hitastig.

Veðrið verður næstan líka gott í morgin, bara eingin sól. Hann veksur vindin gjøgnum døgnið úr loti upp í frískan vind, úr 2,5 upp í 8,2 m/s. Samdrigið, men turt út á kvøldið, tá tað byrjar at regna, millum 0,2 og 0,4 mm. Hitin um 10 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder