Innanlands

10 nýggir neystaeigarar í Árnafirði

Klaksvíkar býráð samtykti í fjør, at farast skuldi undir at gera klárt soleiðis, at borgarar í Árnafirði og í Klaksvík kunnu byggja sær neyst

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-04-05 13:41 Author image
Ari av Rana
placeholder

Klaksvíkar býráð samtykti í fjør, at farast skuldi undir at gera klárt soleiðis, at borgarar í Árnafirði og í Klaksvík kunnu byggja sær neyst. Við hesum varð samstundis latið upp fyri, at neystini kunnu byggjast sum summarhús. Tummas Lervig, formaður í Havna- og vinnunevndini hjá Klaksvíkar kommunu, sigur, at hann fegnast um, at hetta nú er veruleiki, tí hetta hevur verið eitt ynski, sum fleiri borgarar hava sæð fram til í longri tíð.

Fleiri av teimum, sum í dag fingu eina neystagrund, hava staðið á bíðilista í mong ár, tí var gleðin sjálvsagt stór, tá leigusáttmálarnir vóru handaðir teimum 10 hepnu eigarunum, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Arbeiðið, sum Malltek hevur staðið fyri, hevur gingið væl. Gongst sum ætlað, so verða neystagrundirnar lidnar í mai mánaði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder