Uttanlands

10 politikarar til reiðar at yvirtaka forsetisráðharrasessin hjá May

Átta menn og tvær kvinnur skulu kappast um at gerast næsti bretski forsetisráðharrin og leiðari í konservativa flokkinum

Theresa May verður verandi sum forsetisráðharri, til annar er funnin (Mynd: EPA)

Theresa May verður verandi sum forsetisráðharri, til annar er funnin (Mynd: EPA)

2019-06-10 19:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

10 konservativir politikarar skulu nú kappast um at yvirtaka leiðsluna av konservativa flokkinum og bretska forsetisráðharrasessin.

Tað vísir ein listi av valevnum, sum konservativi flokkurin hevur almannakunngjørt í kvøld.

Millum teirra er fyrrverandi uttanríkismálaráðharrin, Boris Johnson, sum av fleiri miðlum verður mettur at vera favoritturin. Men á listanum eru eisini onnur sterk mótstøðufólk.

Fyri at fáa loyvi at stilla upp sum formans- og forsetisráðharravalevni, skal ein hava stuðul frá í minsta lagi 8 konservativum tjóðartingslimum.

Tað er konservativi flokkurin, ið hevur valdið, og tí kann flokkurin sjálvur avgera, hvør skal gerast nýggjur stjórnarleiðari og yvirtaka brexit-stríðið hjá Theresu May.

Tað var í mai, at Theresa May boðaði frá, at hon ætlaði at leggja frá sær, men hon verður verandi í forsetisráðharrasessinum, til ein avloysari er funnin, og sjálv væntar hon, at tað verður ikki fyrr enn í endanum av juli. Hendan tilgongdin tekur nevniliga sína tíð, skrivar DR.

Tey, sum kunnu gerast næsti bretski forsetisráðharrin eru hesi:

Jeremy Hunt

Jeremy Hunt er uttanríkismálaráðharri. Í 2016 atkvøddi hann fyri at verða verandi í ES og tosaði um at skipa fyri nýggjari atkvøðu, eftir at meirilutin av bretum atkvøddu fyri at fara úr ES. Síðan tá er hann tó vorðin meira skeptiskur yvirfyri ES. Sambært fleiri miðlum, hevur hann góðan kjans at gerast næsti forsetisráðharrin.

Boris Johnson

Fyrrverandi uttanríkismálaráðharrin, Boris Johnson, er komin við atfinningum móti skilnaðaravtaluni hjá Theresu May. Hann hevur m.a. sagt, at avtalan er ódemokratisk og "ein politiskur smeitur". Frá 2008 til 2016 var hann borgarstjóri í London, og hann verður eisini mettur at vera favoritturin.

Rory Stewart

Rory Stewart hevur verið altjóða menningarmálaráðharri síðan 1. mai, og hevur hann eisini boðað frá, at hann ynskir sær forsetisráðharrasessin og at standa á odda fyri konservativa flokkinum.

Dominic Raab

Fyrrverandi ráðharri í brexitmálum boðaði frá, at hann ynskti at bjóða seg fram at taka yvir eftir Theresu May, stutt eftir, at hon boðaði frá, at hon ætlaði at leggja frá sær. Hann legði frá sær sum ráðharri í november í fjør. Dominic Raab er fyri einum "hørðum brexit".

Michael Gove

Michael Gove er umhvørvismálráðharri. Hann er forsprákari fyri skilnaðaravtaluni hjá Theresu May, og verður mettur at hava ein góðan kjans.

Matt Hancock

Matt Hancock er heilsumálráðharri, og verður av fleiri miðlum lýstur sum eitt sterkt valevni.

Sajid Javid

Sajid Javid er innlendismálráðharri, og atkvøddi í 2016 fyri at verða verandi í ES, men síðan tá er hann vorðin meira skeptiskur yvirfyri ES. Hann tekur undir við núverandi avtaluni hjá Theresu May.

Mark Harper

Sambært BBC hevur hann sjálvur rópt seg ein "underdog", men hann heldur tó eisini, at júst tað gevur honum størri stríðshuga.

Andrea Leadsom

Andrea Leadsom bjóðaði seg eisini fram sum forsetisráðharra í 2016. Tá kappaðist hon móti Theresu May. Andrea Leadsom hoyrir til meira høgrasinnaða partin av konservativa flokkinum.

Ester McVey

Ester McVey heldur, at Bretland eigur at fara úr ES 31. oktober við ella uttan avtalu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder