Í 1944 gjørdist Ísland endaliga ein tjóð (The Republic of Iceland) við egnum fólkavaldum forseta, ið avloysti danakong sum hægsti mynduleiki í landinum. Fullveldi varð tó í roynd og veru uppnátt 26 ár framanundan.
Frá tí at Ísland varð búsett, áleið 870, og 400 ár fram var landið sjálvstøðugt. Áleið 400 ár síðani kom Ísland undir Noregi og seinni undir Danmark, saman við Føroyum. Í 19.øld tók tjóðskaparørslan seg upp, og íslndingar ynkstu meira sjálvsræðið. Í 1904 fekk Ìsland heimastýri. Altingið varð endurreist hálva øld framanundan, og íslendingar høvdu eisini fingið eina grundlóg frá dønum í 1874.
Eftir 1. Veraldarbardaga kom fullveldi endaliga uppá pláss. Eftir samráðingar við danir, góðkenning í Altinginum og eina fólkaatkvøðu gjørdist Ísland ein sjálvstøðug tjóð 1. desember í 1918 - tó undir donsku krúnini. Partarnir skrivaðu tá undir eina avtalu. Sama dag varð íslendska falggið tikið í nýstlu, og sást fleiri staðni í Reykjavík har hátíðarløta var. Tvey ár seinni fekk Ísland sína egnu grundlóg.
Danir hjálptu við millum annað uttanríkismálum næstu árini. Undir 2. Heimsbardaga var Danmark undir týskum hervaldið, bretarnir gjørdu við Ísland eins og Føroyar, og íslendingar stóðu fyri tað mesta á egnum beinum. Stutt áðrenn kríggið endaði, varð sambandið við Damark endaliga slitið, tó at danir og íslendingar hava gott samband og skiltust í sátt og semju.
Danir luttaka eisini á hátíðarhaldinum í Reykavík í dag; Margretha drotning og Lars Løkke Rasmussen verða við saman við íslenska forsætisráðharranum, Katrin Jakobsdóttir, og forsetanum, Gudni Th. Jóhannesson. Kring Ísland verður dagurin eisini hildin.
Uttanlands
100-ára dagur fyri fullveldi Íslands
Í Íslandi er hátíðarhald, nú 100 eru eru liðin, síðani Ísland gjørdist sjálvstøðugt land
2018-12-01 13:45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald