Mikudagin 29. juni eru 100 ár síðani kvinnur í Havn komu saman og stovnaðu KFUK, sum er Kristiligt Felag fyri Ungar Kvinnur. Nógv verður gjørt burtur úr í KFUK henda dagin og øll eru hjartaliga vælkomin.
Fólk hava høvi at støkka inn á gólvið frá klokkan 10 fyrrapartin, og klokkan 17 verður móttøka, har Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur, talar. Hjúnini Katrin á Borg og Holgar Johannesen syngja og spæla, og eisini syngur tensingkórið SoGt. Høvi verður hjá fólki at koma við einari heilsan til KFUK.
Felagið hevur verið virkið øll 100 árini. KFUK í Varðagøtu húsar nógvum virksemi – eitt nú seinnapartssamkomum, binditreffi, konfirmantafestum og øðrum. KFUK-skótarnir eru eisini ein týðandi partur av virkseminum hjá felagnum.
Tignarliga KFUK-húsið í Varðagøtu 9 í Havn varð upprunaliga bygt sum breskt konsulát beint fyri næstseinasta aldarskifti. Í 1922 keypti KFUK húsið, og síðani hevur virksemið hjá felagnum verið í har. Uttan er skapið á húsinum óbroytt, og innan eru salurin og tann hugnaliga stovan.
Holgar Johannesen og Katrin á Borg
Steintóra Gleðisheygg Joensen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald