Í farnu viku vórðu 106 metrar sprongdir í Eysturoyartunlinum. Tilsamans eru nú 6154 metrar sprongdir av 11.250 metrum.
Á Hvítanesi vórðu sprongdir 26 metrar, so at har nú eru sprongdir 2945 metrar. Í seinastu viku var eisini farið undir at spreingja tann næsta pumpubrunnin. Hetta arbeiðið heldur fram eftir summarfrítíðina. Áðrenn summarfrítíðin byrjar komandi viku, gera teir vegabreyt í tunlinum.
Frá rundkoyringini til Hvítanes vórðu sprongdir 43 metrar, og frá rundkoyringini til Rókina vórðu sprongdir 37 metrar.
Avtalur vórðu eisini undirskrivaðar um ravmagn, trygdarskipanir og veiting av pumpum til Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Felagið Roxel, sum samstarvar við El-Service á Skála, skal standa fyri at innleggja ravmagn og trygdarskipanir. Sáttmálaupphæddin er á kr. 150 milliónir fyri báðar tunlarnar. Veitingin umfatar umframt ravmagn, m.a. radarskipan, kaðal ið skrásetur hitabroytingar og vakmyndatól, skrivar P/F Eystur- og Sandoyartunlar á Facebookvanga sínum.
Pumpuskipanirnar í tunlununum skal KJ Hydraulik veita og seta upp. KJ Hydralik hevur royndir frá slíkum arbeiði frá m.a. Norðoyatunlinum. Sáttmálin er uppá 11 mio. kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald