Innanlands

10,6 milliónir til Talgildu Føroyar í ár og næstu tvey árini

Tórshavnar kommuna er samstarvsfelagi hjá Talgildu Føroyum

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-12-13 13:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tórshavnar kommuna er samstarvsfelagi hjá Talgildu Føroyum. Ein samstarvsavtala millum Tórshavnar kommunu og Føroya landsstýri varð undirskrivað í morgun á Ráðhúsinum. Kommunan fær umboð í stýrisbólkin umboðandi allar føroyskar kommunur og rindar 10,6 miljónir til verkætlanina í ár og næstu tvey árini.

Talgildu Føroyar er ein verkætlan, sum hevur til endamáls at talgilda tænastur til borgarar, vinnuna og almenna geiran í Føroyum. Vinnumálaráðið og Fíggjarmálaráðið hava tikið stig til verkætlanina, ið hevur sum stevnumið at talgilda allar Føroyar í árununum 2015 til 2020.
 
Í høvuðsheitum hevur talgildingin við sær, at borgarar og fyritøkur samskifta talgilt við almenna geiran, at fyrisitingarligar tænastur hjá tí almenna eru tøkar á netinum og at veitingar og mannagongdir í almennu fyrisitingini eru talgildar. Ein av grundarsteinunum undir at talgilda samfelagið er, at øll hava eina trygga talgilda undirskrift.
 
Endamálið við talgildingini er at nútímansgera vælferðina og tænasturnar hjá føroyingum umframt at skapa kappingarføri, vøkstur og framleiðsluorku, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni. Harumframt skal talgildingin tryggja munandi sparingar og effektiviseringar í almenna geiranum.
[object Object]
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder