Mikukvøldið vórðu 12 fólk dripin, tá ein maður fór inn á eina barr í Kalifornia, og fór at skjóta frá hond.
Tað vísir seg, at talan var um ein fyrrverandi hermann í amerikanska herinum, sum stóð fyri ógerninginum. Myndugleikarnir hava upplýst, at talan var um 28 ára gamla Ian David Long, sum skjeyt inni á Borderline Bar & Grill nærhendis Los Angeles, skrivar CNN.
Maðurin gjørdi tænastu í sjóverjuni frá august 2008 til mars 2013, og var eitt tíðarskeið frá 2010 til 2011 í Afghanistan, har hann fekk fleiri heiðursmerki fyri sítt avrik. Hann búði nærhendis barrina, har fleiri lesandi ung vóru savnað, tá hópdrápið fór fram.
Enn er óvist hvat orsøkin til skottilburðin er. Gerningsmaðurin er ikki revsaður fyrr, men hevur fyrr í ár havt samband við løgreglumyndugleikarnar. Sambært AP-tíðindastovuni, hevur løgreglan verið heima hjá manninum, tí hann var ”óður og uppførdi seg skilaleyst”.
Sambært myndugleikunum fingu tey tá at vita, at sálarstøða hansara var ávirkað av PTST – post-traumatiskum strongdarórógvi – ið stavar frá hertænastuni.
12 fólk lótu lív í skottilburðinum, og fleiri vórðu álvarsliga særd. Ein løgreglumaður telist millum tey deyðu.
Sagt verður, at gerningsmaðurin tók egna lív sítt eftir at hava skotið tilvildarligar gestir og starvsfólk á barrini við einum .45 kalibur vápni av slagnum Glock.
Sambært CNN var talan um eitt skotvápn, sum Ian David átti á lógligan hátt.
Talan var um triðja hópskottilburðin í USA í tríggjar vikur. Í farnu vikuni doyðu tvær kvinnur, tá skotið varð inni í einum joga-høli í Florida, og seks dagar frammanundan skjeyt og drap ein maður 11 fólk í eini jødiskari synagogu í Pittsburgh við orðunum ”allir jødar skulu doyggja”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald