Av teimum 915 fólkunum, sum fólkatalið vaks við síðsta árið, vóru munandi fleiri mannfólk enn konufólk. Størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 197 fleiri mannfólk enn konufólk, skrivar Hagstova Føroya. Men av tí, at tað var ein yvirvág av gentum í føðitalinum við 13 og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki við 63, var samanlagda úrslitið 121 fleiri mannfólk í fólkavøkstrinum.
Á myndini niðanfyri sæst, at tað er serliga fyrra hálvárið í 2018, at tað eru munandi fleiri mannfólk í nettotilflytingini enn konufólk. Hetta er stórt frávik frá gongdini frammanundan, har tað var nøkulunda javnt millum kynini.
Burðaravlopið nakað størri
Samanborið við undanfarnað 12-mánaðarskeið var burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) nakað størri nú. Hetta kemur av, at føðitalið var 9 fleiri og deyðatalið 25 færri. Burðaravlopið varð sostatt 34 størri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald