Innanlands

125 ára starvsdag í Kringvarpinum

Í dag kundu fýra starvsfólk hátíðarhalda rundan og hálvrundan starvsdag hjá Kringvarpinum

Johnsigurd Johannesen, Katrin Streymoy, og Kári Olsen. Sigrun Brend væntar á myndini (Mynd: Kringvarp Føroya)

Johnsigurd Johannesen, Katrin Streymoy, og Kári Olsen. Sigrun Brend væntar á myndini (Mynd: Kringvarp Føroya)

2018-11-23 21:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hátíðarløta var í Kringvarpinum í dag. Tað skrivar Kringvarpið á sína Facebook-síðu.

Fýra av starvsfólkunum kunnu nevniliga í dag hátíðarhalda rundan og hálvrundan starvsdag.

Kári Olsen og Katrin Streymoy hava bæði 30 ára starvsdag, meðan Johnsigurd Johannesen hevur 40 ára starvsdag, og Sigrun Brend hevur 25 ára starvsdag.

Trúgvu starvsfólkini fingu blómutyssi handað, sum sæst á myndini. Tilsamans hava hesi fýra starvast í Kringvarpinum í 125 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder