
Í dag er síðstu møguleiki at sleppa inn í Pæturskirkjuna í Rom at siga Frans páva seinasta farvæl.
Hann liggur við opnari kistu í kirkjuni, og seinastu tríggjar dagarnar hava 128.000 fólk gingið framvið kistuni.
Fleiri túsund fólk standa í bíðirøð í dag, og fleiri teirra hava enntá sovið uttanfyri kirkjuna teir tímarnar, tað var stongt millum klokkan 2:30 og 5:30, skrivar sjónvarpsstøðin Rai.
Í Rom verður nú gjørt klárt til stóru jarðarferðina hjá Frans páva, sum doyði 2. páskadag, 88 ára gamal.
Væntað verður at fleiri enn 200.000 fólk luttaka í jarðarferðini. Einir 50 stjórnarleiðarar verða í Rom til jarðarferðina. Eisini hava fleiri kongshús boðað frá, at tey luttaka.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald