Eisini amerikanski Bloomberg meldar seg nú upp í riðilin av altjóða tíðindamiðlum, sum viðmæla sínum lesarum til at vitja Føroyar.
Við 13 hugtakandi myndum, gjørdi miðilin í gjár serliga reklamu fyri Føroyar, og víst verður eisini á, at hóast landið við teimum 50.000 íbúgvunum og 80.000 seyðunum verður vitjað av ferðandi fólki, so eru oyggjarnar framvegis lutfalsliga ”undiscovered”, men hetta er í broyting, tí talið av ferðafólkum økist á hvørjum ári.
- Við øðrum orðum, tíðin at fara er nú, áðrenn ”yvir-turisma” gerst ein veruleiki, skrivar Bloomberg.
Myndirnar, ið eggja ferðafólkum til eina Føroya-vitjan sýna millum annað lundaland, seyð á landsvegnum, fjallalandsløg, kappróður, koks, iglo smátturnar hjá Kára Thomsen í Kvívíkshaganum, ráðhúsið í Norðagøtu, heimablídni á Velbastað og Hotel Havgrím.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald