Tórshavnar kommuna leitar í løtuni eftir navni til nýggja musikkskúlan. Kommunan skipar fyri navna- og búmerkjakapping, og upprunaliga var freistin at lata inn uppskot klokkan 12 í gjár. Men nú hevur Tórshavnar kommuna valt at leingja freistina við tveimum døgum.
- Frestin var upprunaliga í gjár klokkan 12, men vit fingu ein fyrispurning frá morgunsendingini hjá Kringvarpinum um at fortelja eitt sindur um verkætlanina í sendingini í gjáramorgun. Vit valdu tí at útseta freistina, so at fleiri fólk fingu møguleika at hoyra um kappingina og verða við, sigur Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari í Tórshavnar kommunu.
Kommunan hevur sett kappingina í verk fyri at fáa íblástur til, um navnið hjá Tórshavnar Musikkskúla yvirhøvur skal broytast. Kemur einki hóskandi uppskot, hevur kommunan tryggjað sær, at navnið ikki nýtist at broytast. Sannlíkindini fyri hesum tykjast tó at verða lítið.
- Eg hugdi mikumorgun beint fyri sendingina. Tá høvdu 70 einstaklingar givið boð um hvussu musikkskúlin skal eita. Tá eg hugdi í dag var talið voksið upp í 130 einstaklingar, sigur Sigurð Ó. Vang.
Sigurð sigur, at hann hevði undrast á hví so fá høvdu latið inn uppskot, hóast tey høvdu lýst við kappingini. Men umtalan í morgunsendingini gjørdi mun, so at nú er nógv fleiri uppskot at velja ímillum.
Nýggja freistin at lata inn uppskot er fríggjadagin 15. desember kl. 12. Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald