14 fólk hava nú fingið prógv uppá, at tey hava serligar førleikar at skipa fyri meting og viðurkenning av førleikum hjá vaksnum 25 ár og eldri, sum eru vunnir uttan fyri ta vanligu útbúgvingarskipanina. Talan kann vera um førleikar, sum eru fingnir til vega í arbeiði, frítíðarvirksemi og øðrum sambandi, og sum kunnu verða taldir við, tá ið ein sum vaksin søkir inn á eina útbúgving ella ætlar sær í læru.
Á skeiðinum fingu luttakararnir høvi til at arbeiða við ítøkiligum og gjørdum stakdømum, umframt at leggja fram dømi úr eini førleikameting við serligum atliti at sjálvari førleikametingartilgongdini.
Ein førleikametingartilgongd verður vanliga býtt sundur í fýra høvuðspartar, har starvsfólk við ymiskum førleikum og uppgávum arbeiða saman um at fáa førleikametingina framda. Talan er um fyrireiking, innsavning av upplýsingum, skjalfesting og staðfesting av førleikum, og at enda meting og viðurkenning av førleikum.
Tað er Yrkisdepilin í Mentamálaráðnum, ið umsitur málsøkið førleikameting. Sum partur av fyrireikingunum at seta í verk førleikameting í Føroyum, er umráðandi at vit hava starvsfólk við teimum neyðugu førleikunum. Førleikameting er eitt lutfalsliga nýtt hugtak í Føroyum, og enn hava vit ikki havt høvi at byggja upp tær nógvu verkligu royndirnar.
Hetta verður bøtt um nú, tí um nakrar fáar vikur verður farið undir at førleikameta innan skrivstovuútbúgvingar og matvøruútbúgvingar. Tá er umráðandi at førleikament starvsfólk eru, sum kunnu tryggja, at førleikametingin verður framd á høgum dygdarstigi, skrivar Mentamálaráðið á heimasíðu síni.
Lærarar á skeiðinum vóru Anni Karttunen úr Finnlandi og Fjóla María Lárusdóttir og Haukur Harðarson úr Íslandi. Tey trý hava drúgvar royndir í at undirvísa og ráðgeva innan førleikameting. Tey eru øll partur av serfrøðinganevndini fyri førleikameting undir NVL, sum er norðurlendskt netverk fyri vaksnamannaútbúgving.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald