Innanlands

1400 danir fingu útskrivað medisinsk kannabis í fjør

Verður serliga útskrivað til fólk við nervapínum vísir uppteljing hjá heilsustýrinum

(Savnsmynd: Shutterstock)

(Savnsmynd: Shutterstock)

2019-04-03 15:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Næstan 1.400 borgarar í Danmark fingu í fjør útskrivað kannabis sum heilivág. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá danska heilsustýrinum. Talið er rættiliga nógv hægri enn roknað varð við áðrenn núgaldandi royndarskipan varð sett í verk.

Tað var serliga teir seinastu mánaðirnar á árinum, at útskrivingum av ávísingum til medisinskt kannabis dók dik á seg, skrivar Ritzau.

Orsøkin er helst, at tað í fjør komu alsamt fleiri vørur á marknaðin so hvørt sum árið leið, sigur heilsustýrið.

Fram til september 2018 vóru bert tvey sløg av urtate á marknaðinum, sum vóru umfatað av royndarskipanini. Nú eru seks ymiskar vørur á marknaðinum.

Royndarskipanin, sum ger tað møguligt hjá donskum læknum at skriva út reseptir til medisinskt kannabis, byrjaði í fjør.

Medisinskt kannabis kann skrivast til sjúklingar við pínandi krampum, til dømis orsaka av sklerose ella skaða í mønuni.

Tað kann eisini brúkast móti vamli eftir kemoterapi, ella móti pínu í heila, mønu ella nervum, skrivar Ritzau.

Eitt nú hevur danska læknafelagið verið ímóti skipanini, tí tað ikki finst skjalprógv fyri at heilivágurin hjálpir.

Í danska sklerosufelagnum fegnast tey um skipanina, tí hesin heilivágur veruliga ger mun fyri nógvar sklerosusjúklingar.

- Tað merkir ein mun millum at liva eitt nøkulunda vanligt lív og so eitt lív vil álvarsligum pínum og krampum, sum ger, at tú ikki kanst virka í gerandisdegnum. Tað merkir eisini, at tú ikki nýtist av fara út um lógarmark og út á svarta marknaðinum at leita tær linna, sigur Klaus Høm, sum er sjóri í Scleroseforeningen við Ritzau.

Tælini frá heilsustýrinum vísa, at tað mest eru borgarar í aldrinum 42 til 64 ár, sum hava nervapínur, sum fáa henda heilivágin útskrivaðan.

Danska royndarskipanin skal eftir ætlan koyrast í fýra ár.

Royndir verða nú enn einaferð gjørdar til tess at fáa hesa skipan at virka í Føroyum eisini. Jenis av Rana hevur lagt uppskot til samtyktar fyri tingið um at royndarskipanin eisini fevnir um Føroyar. Uppskotið hevur havt eina viðgerð á tingi, og liggur nú í trivnaðarnevndini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder