2020-03-28 23:02
Tað eru eftir øllum at døma nógv, sum í dag hava notið gott at konsertunum, sum tónleikarar hava skipað fyri í dag.
Síðani klokkan 11 hava konsertir verið at kalla hvønn tíma, og tann síðsta byrjaði nú klokkan 23.
Klokkan 21 vóru Eyðun og Terji á vitjan hjá Kim Hansen í SMS, sum hevur skipað fyri koronakonsertum seinastu dagarnar. Og nógv fylgdu við, heili 14.200 hugdu eftir konsertini, frætta vit frá SMS.
Síðsta leygarkvøld, tá Jens Marni Hansen var á vitjan hjá Kim Hansen í SMS, hugdu næstan 10.000 fólk, so nógva uppmerksemið um allar konsertirnar í dag, hevur helst gjørt sítt til, at uppaftur fleiri hugdu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald