Innanlands

177 metrar eftir at spreingja

Arbeiði hevur í seinastuni verið merkt av tetta lekar

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

2019-05-20 09:27 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í farnu viku vórðu sprongdir 62 metrar í alt. Nú eru sprongdir 10.061 metrar og 177 metrar eru eftir at spreingja.

Arbeiði hevur í seinastuni verið merkt av tetta lekar, sum helst stava frá sprekkum, sum ganga frá Flesjunum og norður gjøgnum Tangafjørð. Hetta er ikki óvæntað, í mun til jarðfrøðiligu metingarnar, áðrenn arbeiði uppá tunnilin byrjaði.

Av Hvítanesi vórðu í farnu viku sprongdir 27 metrar . Í alt eru nú sprongdir 5.188 metrar frá Streymoyarlandinum.

Frá rundkoyringini og móti Hvítanesi vórðu sprongdir 35 metrar. Á hesum teininum eru sprongdir 2.095 metrar.

Teir eru lidnir at spreingja á teininum frá rundkoyring og móti Rókini og arbeiði at leggja leiðingar er byrja. Hetta arbeiði heldur á komandi vikurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder