18 næmingar hava í ár tikið Gymnasialt miðnámsprógv á Tilfeingisbreytini á Miðnámi í Vestmanna.
Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ein gymnasial miðnámsútbúgving, ið tekur 3 ár. Útbúgvingin er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.
Fríggjadagin var próvhandan, og tá varð myndin omanfyri tikin.
Fremra rað f.v: Gunnar Y. Samuelsen, Andras M. Simonsen, Oddur í Haraldstovu Petersen, Sólfríð H. Poulsen, Josefina Eliasdóttir, Rebekka Johansen, Jónfríð Dahl Joensen, Rannvá á Rógvu Kristensen, og Jórunn E. Wang.
Aftara rað f.v.: Edvard Ingebrigtsen, Hjørtur Joensen, Ari í Haraldstovu Petersen, Ronja í Homrum, Malena E. Joensen, Inga Henriksen, Ró Nielsen, Silja Mikkelsen, og Helena í Skálum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald