Innanlands

184 metrar sprongdir í farnu viku

Nú nærkast 10.000 metrum

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-11-26 10:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Arbeiðið at spreingja Eysturoyartunnilin gongur stútt framá, nú tað spakuliga nærkast 10.000 metrum. Í farnu viku vórðu sprongdir 184 metrar, og tilsamans eru sprongdir 8435 metrar av teimum tilsamans 11.250 metrunum í Eysturoyartunlinum.

Á Hvítanesi vórðu sprongdir 92 metrar, og tilsamans eru nú sprongdir 4042 metrar har um leiðir.

Frá rundkoyringini og ímóti Hvítanesi vórðu sprongdir 44 metrar, sum merkir, at har nú eru sprongdir 1456 metrar, meðan 48 metrar vórðu sprongdir frá rundkoyringini móti Rókini. Har eru tilsamans sprongdir 1303 metrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder