Uttanlands

18.500 alment sett starvsfólk í Turkalandi missa starvið

Meira enn 18.500 akademikarar, soldatar og politistar missa arbeiðið orsakað av mistanka um samband til yvirgangsbólkar

Recep Tayyip Erdogan, forseti í Turkalandi

Recep Tayyip Erdogan, forseti í Turkalandi

2018-07-08 11:17 Author image
Oda Strøm
placeholder

Meira enn 18.500 akademikarar, hermenn og politistar hava mist arbeiðið í Turkalandi orsakað av mistanka um samband til yvirgangsbólkar.

 

Tað framgongur á einum skrivi, sum varð almannakunngjørt sunnumorgun, skrivar tíðindastovan AFP. 

Turkaland hevur verið í "neyðstøðu" síðan juli 2016, tá ið roynt varð at seta forsetan í landinum, Recep Tayyip Erdogan, frá undir einum hernaðarkvetti.

Síðan kvettið eru túsindavís av alment settum koyrd, fyribils loyst úr starvi ella rættarsøkt.

Hesa ferð missa 8998 politistar arbeiðið, 3077 hermenn, 1949 frá flogherinum og 1126 persónar frá sjóverjuni. 

Eisini missa gott 1000 fólk arbeiðið frá løgmálaráðnum og stovnum undir, og 200 akademikarar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder