
Í eitt samdøgur ella kanska meira fara Jákup Petur Eliassen og Ken Bærendsen at ganga oman og niðan á Slættaratind. Ætlanin er at gera 19 túrar niðan á Føroya hægsta fjall, 880 metrar.
Hetta er ein sonevnd Everesting-roynd, og 19 túrar svara til hæddina á heimsins hægsta fjalli, Mount Everest, sum er 8.848 metrar høgt.
Í fjør gjørdu teir báðir tað sama, men tá var tað á súkklu. Teir súkklaðu 45 ferðir frá bilasøluni Auto Service og niðan á Kleynisvarða á oyggjarvegnum.
- Fyri at vera heilt erligur, 19 ferðir er øgiliga nógv, og langt frá tí eg havi gjørt higartil. Her skal alt eydnast fyri at vit koma ígjøgnum. Vit hopa tað fer at ganga, sigur Jákup Petur Eliassen.
Slættaratindur (Mynd: Pól Sundskarð)
Hann og systkinabarnið Ken Bærendsen hava vant fram ímóti hesum, men tað mesta teir hava gingið út í eitt eru átta túrar niðan á Slættaratind.
Jákup Petur Eliassen vónar, at fleiri fara at ganga við onkran túr niðan á toppin, har eisini okkurt gott verður at fáa.
Byrjað verður á middegi, og væntandi fer tað at taka eitt samdøgur ella har um at gjøgnumføra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald