20 ár eru liðin, síðani Føroya Kærustovnur varð settur á stovn. Í hesum sambandi verður móttøka í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 26. oktober, har millum annað tónleikur og framløgur verða á skránni.
Tá Føroya Kærustovnur varð settur á stovn í 1998 var endamálið og hugsjónin, at stovnurin við tíðini skuldi fevna um so at siga alla almenna kæruviðgerð, soleiðis at hendan varð savnað á einum stað undir skipaðum umstøðum.
Uppgávan hjá Kærustovninum er at veita løgfrøðiliga hjálp til tær ymisku nevndirnar, sum eru knýttar at stovninum, umframt at upplýsa málini til fulnar, soleiðis at málini eru klár til ymsu nevndirnar at taka støðu til. Kærustovnurin hevur ikki avgerðarmyndugleika, men fyrireikar og ger tilmæli í málunum, sum síðani verða løgd fyri avvarandi nevndirnar til avgerðar.
Stovnurin er nógv broyttur síðani 1998, tá ið Føroya Kærustovnur einans viðgjørdi almanna-, skatta-, toll- og MVG-mál. Í dag fevnir Føroya Kærustovnur um 11 ymiskar nevndir, og fevna ymisku økini um alt frá barnavernd til fjarskifti, frá psykiatriskum sjúklinga rættindum til posteftirlit.
Yvirskipað kann sigast, at møguleikin at kæra eina avgerð tikin av einum almennum myndugleika, eru eini kjarnurættindi í einum vælvirkandi rættarsamfelag. Leikluturin hjá Føroya Kærustovni í okkara rættarsamfelag hesi seinastu 20 árini skal tí ikki undirmetast.
At hátíðarhalda dagin, verður skipað fyri móttøku í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 26. oktober 2018.
Millum røðarar og framløgufólk á degnum eru Aksel V. Johannesen, løgmaður, Frederik Waage, dr.jur. og Bárður Larsen, adjunktur.
Tiltakið er opið fyri almenninginum.
- Føroya Kærustovnur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald