Innanlands

20 ár sum húsavørður

Í dag varð hátíðarhildið, at Nikkel Nielsen hevur 20 ára starvsdag hjá Eiðis kommunu

(Mynd: Eiðis kommuna)

(Mynd: Eiðis kommuna)

2023-03-01 18:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag var hugnaløta á kommunuskrivstovuni hjá Eiðis kommunu í sambandi við, at Nikkel Nielsen hevur 20 ára starvsdag sum húsavørður hjá kommununi.

– Løtan var hildin við einum góðum drekkamunni, har Annsy Høghamar, virkandi borgarstjóri, segði nøkur orð og handaði Nikkeli eina gávu, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

– Eiðis kommuna ynskir Nikkeli hjartaliga tillukku við degnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder