Uttanlands

20 deyð og 81 særd í bumbuálopi á Filipsoyggjunum

Enn hevur eingin tikið ábyrgdina fyri álopið

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-01-27 10:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi 20 fólk hava latið lív, og 81 eru særd eftir at tvær bumbur brustu uttanfyri eina rómverskkatólska dómkirkju í Filipsoyggjunum.

Hesum boðar tíðindastovan AP frá, sambært DR.

Fyrst brast tann fyrsta bumban, og tá løgreglu- og trygdarfólk skundaðu sær til staðið, brast tann næsta bumban. Í minsta lagi fimm trygdarfólk lótu lív.

Fyrst varð boðað frá, at deyðstalið var 27, men løgreglan hevur síðani sett talið niður til 20.

Enn hevur eingin tikið ábyrgdina fyri álopið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder