Innanlands

200 fleiri leiguíbúðir afturat skulu byggjast innan tvey ár

Við bústaðarpakkanum hjá landsstýrinum skal tað eisini gerast lagaligari hjá privatum at leiga út

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-12-07 10:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Inni í einum hálvlidnum køki í eini íbúð í Mattalág í Havn, sum væntandi verður innflytingarklár um páskamundið, legði landsstýrið í morgun fram sína ætlan fyri at bøta um álvarsligu bústaðarneyðina, sum er íkomin í kjalarvørrinum á stóra fólka- og ferðafólkavøkstrinum í Føroyum.

Fimm av teimum átta fólkunum í landsstýrinum vóru til staðar á framløguni í morgun, har høvuðsboðskapurin var, at landsstýrið nú heimilar Bústøðum at byggja 200 leiguíbúðir afturat fyri at framskunda útboðið frá almenna bústaðarfelagnum.

Hetta erður gjørt við at Bústaðir fáa møguleika at hækka núverandi lán á 250 milliónir upp í 500 milliónir krónir, men hetta verður gjørt við at geva Bústøðum møguleika at skriva út lánsbrøv og geva føroyskum peningakassum, til dømis pensjónsgrunnarnar, møguleika at gera íløgur í føroyskar íbúðir.

Harafturat er ein røð av politiskum tiltøkum, sum verða sett í verk í næstum. Tey eru.

  • Tríggir nýggir búfelagsskapir verða bygdir, ætlaðir fólki við serligum tørvi, sum Almannaverkið varðar av.
  • Privati hugurin at leiga út skal stimbrast. Verður gjørt við at hækka markið fyri skattafríari langtíðarútleigan úr 50.000 upp í 150.000 krónur um árið
  • Markið fyri nær talan er um vinnuliga útleigan skal endurskoðast. Skal ikki longur vera krav um at útleigarin sjálvur eisini býr á matriklinum. Skal eggja fólki at leiga t.d. summarhús út.
  • Kommunur fáa møguleika at byggja eldraíbúðir til fólk frá 64 ár. Higartil er heimildin avmarkað til fólkapensjónistar
  • Ein brátørvslisti verður gjørdur. Almannaverkið ger í samstarv við Bústaðir ein lista av íbúðum at lata fólki við bráfeingistørvi á býli

Harafturat verður ein røð av umsitingarligum tiltøkum sett í verk. Eitt nú at gera ein lista yvir skásettar leiguíbúðir, gera broytingar viðvíkjandi leigulóg og leigunevndini, fáa til vega betri hagtøl yvir bústaðarstøðuna, eggja privatu til at byggja leiguíbúðir og fara í samstarv við peningastovnarnar fyri at økja um møguleikan at fíggja bústaðir kring landi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder