2018-11-29 18:44
Nýggj frágreiðing frá World Meteological Organization (WMO) vísa, at heldur hitin á í sama lagi sum higartil í ár, so verður 2018 heitasta árið nakrantíð mált.
Sambært tíðindastovuni AFP stendur eisini í frágreiðingini, at sum leiðin gongur nú, so fer miðalhitin í heiminum at veksa við trý til fimm hitastig við endan av hesum árhundrað.
Nýggja frágreiðingin varð løgd fram í dag á veðurlagsráðstevnuni COP24 í Póllandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald