2018-12-12 08:59
Í gjár var hátíðarhald á Lágargarði í sambandi við, at ikki færri enn 22 starvsfólk høvdu 10 til 30 ára starvsdagar, og at onkur teirra fór úr starvi vegna aldur. Annika Olsen, borgarstjóri, helst stutta røðu fyri starvsfólkunum.
- Tá so mong starvsfólk á sama stovni hava starvast saman í so mong ár - summi heilt upp í 30 ár, og nøkur so leingi, at tey fella fyri aldursmarkinum - so er tað antin tí, at talan er um ein einastandandi góðan stovn at arbeiða á, ella tí at starvsfólkini hava samst og samstarvað heilt ómetaliga væl. Helst er tað bæði, byrjaði borgarstjórin sína røðu við.
Les alla røðuna her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald