Innanlands

220.000 krónur í bót fyri at smugla sigarettir

TAKS hevur seinastu dagarnar havt eyguni við smugling av tubakki, og mánakvøldið komu tollarar fram á 150 kartengur av sigarettum

2019-03-29 21:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar hevur TAKS havt eyguni við smugling av tubakki frá skipum, sum liggja við bryggju í Føroyum. Í Føroyum er tað nevniliga ikki loyvt at flyta inn tubbaksvøru uttan í vinnuligum sambandi.

Mánakvøldið komu tollarar soleiðis fram á 150 kartengur av sigarettum, skrivar TAKS á heimasíðu sína.

Tað var ein av manningini á einum trolara, sum var í ferð við at selja øðrum manni á bryggjuni sigarettirnar.

Hald varð lagt á vøruna, og menninir fingu bøtur á tilsamans 220.000 krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder