placeholder
Innanlands

23 fingu prógv á Hægri námi

14 høvdu staðið útbúgvingina í Marknaðarførslubúskapi, 6 í Framleiðslutøkni, 2 í Byggifrøði og ein innan akademiútbúgvingina

Mynd: Glasir

Mynd: Glasir

2019-07-04 17:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Mikudagin var prógvhandan á Glasi, har 23 lesandi fingu prógv. 14 høvdu staðið útbúgvingina í Marknaðarførslubúskapi, 6 í Framleiðslutøkni, 2 í Byggifrøði og ein innan akademiútbúgvingina, skrivar Glasir.

Hettar er aðru ferð, at ein flokkur hevur staðið útbúgving í marknaðarførslubúskapi. Fyrru ferð var í 2017.

[object Object]

(Frá vinstru: Vígdis Joensen, Pætur Egholm Jacobsen, Jórunn Thorsteinsson, Jógvan Simonsen, Andreas Vejhe Nielsen, Emmanuel Chendela, Jákup Breckmann, Birita Jacobsen, Tór av Skarði, Birita Gullfoss, Rúni Mortensen, Anastasia Wavinya Musyoki Lind, Rói Hammershaimb Hansen og Súni Bjartalíð)

Framleiðaslutøkningar

Í fleiri ár hevur borið til at tikið útbúgving sum framleiðslutøkningur í Føroyum. Hetta er útbúgving, sum Glasir bjóðar út og sum byrjaði á gamla Tekniska Skúla í Havn. Seks stóðu próvtøkuna hesuferð.

[object Object]

(Framleiðslutøkningar, frá vinstru: Sjúrður Andreasen, Lív í Ólastovu Árnastein, Katrin Hofgaard Sørensen, Bárur Friang Rasmussen, Sveinur Høgnason og Ávaldur Hultgren.)

Ein stórur partur av teimum, sum hava staðið framleiðslutøkni og marknaðarførslubúskap, halda fram á Glasi á nýstovnaðu útbúgvingini innovatión og íverksetan, sum er ein professiónsbachelorútbúgving.

Tveir lesandi blivu lidnir sum byggifrøðingar í ár. Talan er um professiónsbachelorútbúgving, sum Glasir bjóðar út í samstarvi við VIA í Horsens. Á myndini síggja vit teir báðar, Elias Ragnar Zachariassen og Álvur Fuglø Christiansen.

[object Object]

At enda var var Julius Steffensen liðugur við akademiútbúgvingina. Hann sæst á myndini saman við Boga Bech Jensen, Rektara, sum handaði øll prógvini.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder