Tølini hjá Hagstovu Føroya fyri lønarútgjaldingar í 3. ársfjórðingi vísa, at vøksturin ikki hevur verið eins stórur sum áður, at kvinnurnar síggja ein vøkstur í lønarútgjaldingum, og at lønarútgjaldingarnar í eitt nú fiskivinnuni eru minkandi.
Í 3. ársfjórðingi vóru 2.290 milliónir útgoldnar í løn. Trendurin vísir, at seinasta árið hevur vøksturin í lønunum ikki verið eins stórur, sum áður.
Seinasta árið er stígur komin í lønargjaldingarnar hjá monnum og lønirnar standa í stað, meðan hjá kvinnum sæst ein javnur vøkstur.
Myndin niðanfyri vísir, at tað er í høvuðsvinnugreinabólkunum fiskivinna og øðrum ráevnisvinnum, at lønirnar eru minkandi, meðan í hinum vinnugreinabólkunum sæst ein lutfalsliga javnur vøkstur.
Sum sæst á myndini niðanfyri eru lønarútgjaldingarnar minkandi í Streymoy, Eysturoy og Norðoyggjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald